Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 07.02.2019
07. februar 2019

Hesaferð er tað Uppistova, sum skrivar tíðindabræv og vísir myndir frá gerandisdegnum.

Arbeiðsløturnar hjá okkum eru sera fjølbroyttar. Ein dagin málaðu vit við fótinum. Tað var ordiliga spennandi og øðrvísi. Ein annan dagin gjørdu vit heimagjørdan "slush ice". Uppskrift: reinan kava og óblandaða saft. Stuttligt og sera vælsmakkandi.

Vit hava havt nógv og gott kavaveður síðstu tíðina og tað hava vit eisini notið.

Vit eru nú byrja at dansa føroyskan dans saman við restini av skúlanum. Allir flokkarnir skipa eitt kvæði í part. Brúgvin skipar "Eg kendi mær ein ríkmann".

Í løtuni hava vit tveir fittar næmingar úr skúlanum við Løkin í starvslæru. Teir eita Rani og Jørgen og verða her í 2 vikur.

Heilsan Uppistova.