Seinastu tíðindi
SSP-tiltak við Løkin. Etikkur og moralur á netinum.
21. februar 2019

Tað er ein sannroynd, at børn og ung brúka meir og meir tíð á netinum, og tí eiga tey at fáa undirvísing í, hvussu tey skulu bera seg at.

Jákup Øssursson Mohr SSP-politistur hevur hesa vikuna verið og vitjað í 6. og 7. flokki og tosað um evnið etikkur og moralur á netinum. Hetta evnið er partur av undirvísingartilfarinum hjá SSP til miðdeildina.

Jákup dugdi sera væl at greiða frá og hevði gott innlit í heimin, sum børn og ung ferðast í á netinum.

Næmingarnir fingu nógv góð ráð, um hvussu man hevur góðan atburður á netinum. Tað, ið tú ikki gert í veruliga lívinum, eigur tú heldur ikki at gera á netinum.

 Nøkur av ráðunum vóru hesi:

·      Hugsa teg um, hvønn tú samskiftir við

·      Hugsa teg um, áðrenn tú deilir okkurt á netinum

·      Hugsa um tín málburð á netinum

·      Halt aldurmarkið, tí tað er fyri at verja teg sjálvan

·      Um tú gert okkurt býtt, tosa so altíð við foreldrini, eisini um tað er flovisligt.

·      Fá tær ‘helle’ frá netinum viðhvørt.

 

Øll vóru samd um, at vitjanin var góð og gevandi.