Seinastu tíðindi
SKÚLIN VIÐ LØKIN FØROYAMEISTARAR 2019 Í ÍVERKSETAN
01. mars 2019

Í morgun var stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, har framhaldsdeildir í Føroyum kappaðust um heiðurin sum besta íverksetanar fyritøka.

Runavíkar kommunskúli hevði tveir bólkar við í kappingini, og tað var ein av okkara bólkum sum streyk avstað við heiðurinum sum besta íverksetanar hugskot.

Myndin er lánt frá Føroya Tele, sum er stuðul til tiltakið.

Vinnandi fyritøkan gjørdist Sulaglu við Ingu, Jóhannes, Randi og Jónfríð. Tey høvdu eina fyritøku sum skuldi gera eina app, sum kundi skanna matvørur og fortelja fólki, um vøran innihelt sukur, laktosu ella gluten. 

Hugskotið kom frá einum túri at keypa blandabomm.

Tey kendu ein sum skuldi keypa blandabomm, og sum stóð í ein ½ tíma og royndi at finna út av hvørji bomm hann toldi. Við teirra app, hevði hann kunna skanna vøruna skjótt og sæð um vøran var glutenfrí ella ikki.

Dómsnevndin metti at hendan fyritøkan og hugskotið var besta framløga og hugskot á degnum.

Til lukku við sigrinum.

 

Løkinband framførdu eisini, niðanfyri sæst teirra framførsla.