Seinastu tíðindi
Hønulív
31. mars 2019

Eftir at okkara íslendsku landnámshønur í kvekkinum eru farnar at verpa, eru egg løgd í klekjumaskinu á skúlanum. 

Nú tríggjar vikur seinni, sá fyrsti høsnarungin dagsins ljós (og eina rúgvu av spentum næmingum) fríggjamorgunin kl 9. Tá næmingarnir fóru heim í vikuskifti vóru tveir ungar. Í skrivandi løtu eru 5 ungar komnir út og møguliga eru fleiri á veg. 

Spennandi er at koma í skúla aftur mánamorgunin.