Seinastu boð
Páskaløta
10. apríl 2019

Fríggjadagin 12. apríl er seinasti dagur áðrenn páskafrítíðina. 

Sum ein góðan enda uppá henda triðja skúlaársfjórðingin fara vit at hava eina páskaløtu í Løkshøll. Á skránni verður bæði álvari og gaman. Nakrir lærarar fara at fortelja okkum um ymiskt, sum hevur við páskirnar og hesa árstíðina at gera, og nakrir næmingar fara at hava okkurt innslag og spæla tónleik fyri okkum.

 

Páskaløtan verður í Løkshøll fríggjadagin 12. apríl klokkan 11.00.