Seinastu tíðindi
Summardagar við Løkin
24. juni 2019

Í dag byrjaði síðsta vikan í hesum skúlaárinum. Hesar síðstu dagarnar fara vit at hugsavna okkum um rørslu.

Dagurin byrjaði í Løkshøll, har vit høvdu vitjan av Magna Mohr, professara. 

Magni tosaði um týdningin við at røra seg og at eta góðan og sunnan kost.

Hann vísti á, at um vit røra okkum og hava ein sunnan lívsstíl, so er kjansurin fyri, at vit sleppa undan sjúkrahús vitjanum útsettur fleiri ár. At røtt rørsla og góður kostur kunnu halda kroppinum sum hjá einum 25 ára gomlum sjálvt tá vit gerast 70-80 ár.

Hann nevndi at elsta fólk sum hevur gjøgnumført eitt Ironman er ein 82 ára gomul kona.

Síðan heiðraðu vit spæliliðnum, sum er tiltak, sum SSP viðmælir at skúlar hava.

Spæliliðið tekur sær av, at skipa eitt fríkorter hjá 4. flokki um vikuna. Hetta skal vera við til at 4. flokkarnir fella væl til í nýggja umhvørvinum, Skúlanum við Løkin.

Restina av degnum vóru vit uppi í Bylgjuni og á vøllinum.

Flokkarnir skiftu millum ymisku plássini í høllini. Ítróttarhøllin hevði flogbørn, borðtennis og hockey. Amboðshøllin hevði 4 ymisk spøl. Estetiski salurin hevði dansispøl, og á vøllinum spældu tey fótbólt. Alt í alt ein væl eydnaður dagur, har børnini hugnaðu sær.

Takk fyri tit :)