Seinastu boð
STROK og Píka7
28. august 2019

Nú er aftur tíð at tekna seg fyri STROK og Píka7!

Hví velja STROK?
Tað eru nógvar og góðar grundir til at velja STROK.
Tað er um TEG!
Tað er á føroyskum
Tað er gaman, krossorð og annað stuttligt er í hvørjum blaði
Tú kanst lesa um onnur børn og ung
Vit ummæla filmar, bøkur, spøl og tónleik
TÚ kanst vera við – skriva og tekna fyri STROK
Vit skriva um alt tað flovisliga og loyniliga í lívinum
Vit hava stuttligar haldarakappingar
Tað er feitt at lesa
Tú kanst fylgja við í tí, sum hendir í verðini
Og ikki minst: STROK er TÍTT blað!

 

Vel Strok / Píka7 - gerst haldari

https://hald.bfl.fo/