Seinastu tíðindi
Ein super ítróttarløta fyri miðdeildina
26. september 2019

Mikudagin var ein ítróttarløta í Bylgjuni fyri miðdeildina í Skúlanum við Løkin.

SSP lærari okkara Beinta, hevði saman við øðrum lærarum skipa fyri eini ítróttarløtu í Bylgjuni, sum part av átaki at skapa trivna millum børnini í miðdeildini.

Børnini vóru blandaði uppá tvørs av flokkum, so tey komu at spæla saman við fleiri tey vanliga ikki spæla saman við.

Eftir tveir tímar við nógvum ymiskum spølum fóru børn og lærarar væl nøgd til hús. Ein stuttligur endi á degnum.

Ætlanin er at hava fýra slíkar dagar um árið