Seinastu tíðindi
4.a og albatrossarnir
02. oktober 2019

Í morgun, 2. september 2019, hevði 4.a forkunnuga vitjan. Tað var listamaðurin Frits Johannesen úr Fuglafirði, sum var komin at hava nakrar tímar saman við teimum.

Frits er ein fjølbroyttur listamaður, sum bæði fæst við málningalist, tónlist og aðra list. Hann hevði skrivað eina søgu um ein albatross, sum børnini so sluppu at gera list til.
Nógv spent børn kliptu, teknaðu og málaðu albatrossar í øllum møguligum litum.

Frist var sera væl nøgdur við úrslitið.

Hvat søgan var um, kunnu tit spyrja næmingarnar í 4.a.

Hetta var ein sera spennandi dagur og vit takka Frits fyri at hann tímdi at koma út til Runavíkar til okkara.