Seinastu tíðindi
Ólavur gevst
04. februar 2020

Elsti maður á skútuni, Ólavur Magnussen, takkar nú fyri seg.

Ólavur hevur verið lærari síðani 1977 og hevur arbeitt í Runavíkar Kommunuskúla øll árini. 

Nú Ólavur er vorðin 67, verður hann loystur úr starvi. Hann heldur tó fram við próvtøkuflokkunum skúlaárið út.

 

Vit, starvsfelagarnir, takka Ólavi fyri gott samstarv.