Seinastu tíðindi
Nýggjur varaskúlastjóri
03. mars 2020

Nú Ingvard er givin sum varaskúlastjóri skuldi ein avloysari finnast. Tað bleiv Jónleif Johannesen, sum fekk starvið. 

Jónleif var og heilsaði uppá lærararnar á seinasta lærarafundi. 

Jónleif er Dalbingur, hevur lisið til lærara í Danmark og hevur verið lærari ymsastaðni. Hann hevur verið fyrstilærari á Fossanesi, so hann hevur nakrar leiðsluroyndir í skjáttuni. Hann hevur eisini verið uppi í politikki, men nú kemur hann so út til Runavíkar at arbeiða. 

Jónleif byrjar í starvinum sum varaskúlastjóri tann 9. mars. 

Vit ynskja honum vælkomnum.