Seinastu tíðindi
SkúlaFM í íverksetan
03. mars 2020

Fríggjadagin 28. februar var árliga tiltakið SkúlaFM í íverksetan aftur á skránni. Í ár var kappingin í Spinnarínum í Klaksvík.

Runavíkar kommunuskúli hevði aftur í ár eitt umboð í kappingini. Tað vóru fýra næmingar úr íverksetanarbreytini í 10. flokki, sum vóru við. Teirra hugskot var ein loysn uppá ein kendan trupulleika - at spaghetti endar í vaskinum tá tú stoytir vatnið av grýtuni. Tey høvdu uppfunnið eitt grýtulok, sum kundi hjálpa uppá henda trupulleikan.

Teirra loysn var einkul og góð, og rakk einum øðrum plássi í kappingini. Vit ynskja teimum tillukku við tí.

Eins og undanfarna ár stóðu vit eisini fyri undirhaldinum á tiltakinum. Løkin Band spældi í steðginum, og vóru tey stórliga fagnað av fyrireikarum og áskoðarum.