Seinastu tíðindi
Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi.
23. mars 2020

Sum tit helst vita, er avgerð nú tikin um, at vit ikki fara í skúla aftur fyrr enn í fyrsta lagi eftir páskir. Tað vil siga, at vit í tvær vikur afturat skulu halda okkum heima og gera skúlating, eins og vit hava gjørt, síðani vit fóru heim fyri góðari viku síðani. 
Vit í leiðsluni fara aftur at heita á tykkum um at fylgja við á heimasetningunum og fylgja teimum boðum, sum lærararnir geva tykkum. Hóast tað ikki er sum at ganga í skúla, er tað sera umráðandi, at næmingarnir regluliga gera sítt heimarbeiði, so at teir ikki steðga upp og í ringasta føri gera afturstig.  
Sjálvt um tað kann vera strævið og møtimikið at halda næmingunum til, fara vit aftur at undirstrika týdningin av hesum og ynskja stórum og smáum góðan arbeiðshug. 
Er okkurt at spyrja lærararnar um í sambandi við skúlating, kunnu tit seta tykkum í samband við teir. 
 
Vinaliga leiðslan.