Seinastu boð
KORONATÍÐINDI - LANDSBÓKASAVNIÐ OG SKÚLAVERKIÐ
20. apríl 2020

Gongur tú á miðanám ella á framhalddeild fólkaskúlans og skalt tú til roynd ella skriva uppgávu?

Sjálvt um dyrnar eru stongdar eru vit til arbeiðis og til reiðar at hjálpa.

Tað ber til at leita eftir tilfari, sum Landsbókasavnið og aðrir stovnar og skúlar eiga, í bókasavnsgrunninum www.bokasavn.fo

 

Spyr bókavørðin

Tað ber altíð til at senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum á ”Spyr bókavørðin” á heimasíðu okkara www.lbs.fo Tú kanst eisini skriva til utlan@landsbokasavnid.fo ella ringja til 340 525.

Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um vegleiðing í at brúka okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á netinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber.

 

Vit avgreiða fyrispurningar umvegis telefon og teldupost gerandisdagar millum kl. 10 -14.

 

Lán, afturbering og bíleggingar:

Bílagt tilfar verður lagt í lánitaskur til avheintingar í durinum kl. 10 - 14 dagin eftir tað er bílagt.

Afturborið tilfar kann leggjast í durin vanligar dagar kl. 10 - 14.

Tilfarið verður lænt út aftur eftir tríggjar dagar í karantenu.

Tilfar út á bygd verður sent við Posta.

GG. Fjarlán úr útlandinum verður framvegis ikki avgreitt.

 

ELEKTRONISKAR BÓKASAVNSTÆNSTUR

Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.a.tl., sum er at finna á netinum.

 

Faktalink – https://faktalink.dk/

Faktalink er eitt savn av greinum um samfelagstýðandi og søgulig evni, sum hava almennan áhuga. Her finnast greinar um alt frá ítrótti, mentan, søgu, politikki, KT, tíðarrák, miðlar og nógv annað. Savnið inniheldur umleið 600 greinar og evnir, sum verða dagførd og økt so hvørt. Aftrat hesum eru fleiri túsund leinki og tilvísingar. Og sjálvandi eru eisini greinar um sjúkur, virus og kovid19.

Faktalink hevur ein breiðan málbólk, og bygnaðurin av síðuni merkir, at ein kann brúka greinarnar á ymiskum støði. Faktalink er eitt gott arbeiðsamboð hjá eldri flokkunum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanæmingum, lærarum og skúlabókavørðum. Eisini er tænastan góð hjá lesandi, journalistum og øðrum, ið hava brúk fyri at seta seg inn í eitt hvørt evni og fáa innlit í relevantar bókmentir og kunning. Sí eisini Faktalink light.

GG Frítt atgeingi til Faktalink er í tveir mánaðir afturat, eftir hetta krevst login.

 

Forfatterweb – https://forfatterweb.dk/

Forfatterweb er eitt yvirlit yvir rithøvundar við yvir 1100 vangamyndum og tekstum um temu, tíðarskeið og tekstasløg. Her er mest danskir og útlendskir rithøvundar tó einkultir føroyskir høvundar eru eisini at finna her.

GG Frítt atgeingi til Forfatterweb er í tveir mánaðir afturat, eftir hetta krevst longin.

 

Føroyski undirvísingarportalurin Snar.fo

Snar er føroyski undirvísingarportalurin, sum Nám stendur fyri. Síðan er býtt millum dagstovnar, fólkaskúli, miðnámsskúli og aðrar útbúgvingar og er sjálvandi á føroyskum. Á temasíðunum eru uppskot um evni, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Tað kunnu vera evni, ið knýta seg afturat skúlaárinum, so sum árstíðir og høgtíðir, ella evni sum happing og fólkaheilsa. Her eru eisini evni úr alfrøðini, har lond, náttúra og søga verða lýst. Skalt tú skriva um serføroysk evni, sum t.d. um føroyska málið ella um Føroyar undir 2. heimsbargdaga, so er nógv at finna á síðuni.

Yvirlit yvir føroyskar rithøvundar er at finna á Snar, sí: https://snar.fo/rithoevundar/

GG Snar.fo er tøk uttan login, eisini eftir Korona

 

Greinir í føroyskum bløðum og tíðarritum

Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit liggja á Tidarrit.fo. 

Vegleiðing til at leita í grunninum finnur tú á https://landsbokasavnid.fo/talgilt-tilfar niðast til høgru.

Og so er tað sjálvandi okkara ókeypis orðabøkur sum altíð eru at finna á Sprotanum www.sprotin.fo

Ger so væl! Vit ynskja tykkum eina góða ferð inn í elektroniska heimin.