Seinastu tíðindi
Lærarar settir hjá komandi 1.a og 1.b
28. mai 2020

Lærararnir í komandi 1.a og 1.b eru nú settir, og teir hava longu verið fleiri ferðir og vitjað í forskúlanum. Vit nýttu høvið at taka myndir av flokkunum saman við komandi lærarum teirra.

Flokslærari og lærari í føroyskum í 1.a (núverandi Niðristovu) verður Katrina Maria Vang (nevnd Stinemia), og lærari í støddfrøði verður Annika Djurhuus.

Flokslærari og lærari í støddfrøði í 1.b (núverandi Uppistovu) verður Rógvi Nielsen, og Miriam Rasmussen verður lærari í føroyskum.