Seinastu boð
Felags foreldrafundur verður í Løkshøll mikukvøldið 2. september kl 19.
27. august 2020

Talan er um árliga fundin, sum skúlastýrið skipar fyri. Fundurin
byrjar við einari stuttari ársfrásøgn frá skúlastýrinum og síðan
verður orðið givið til Bjørghild Djurhuus, sum skal hava ein
fyrilestur undir yvirskriftini “Vit eru øll fyrimyndir”.
Skúlastýrið spurdi Bjørghild, um hon kundi tosa um avbjóðingar við
tannáringum. Tað vildi hon fegin. Men hon segði, at fyrst mátti hon
tosa um tíðina áðrenn tannárini, fyri at fáa evnið í ein størri
samanhang.
Hálvvegis í fyrilestrinum verður ein drekkanunnur.
Bjørghild ynskir at fáa spurningar og orðaskifti eftir fyrilesturin.


Tilmelding
Vegna Corona mugu vit avmarka talið av luttakandi í Løkshøll til 100.
Tey sum ynskja at vera við í Løkshøll, kunnu senda sms til tel.
256515.
Ella við at fylgja hesi leinkju: https://forms.gle/33cUVZf6Y8FqKQaa7

Stroyming
Tiltakið verður eisini stroymað og leinkja til stroymingina kemur á
www.rks.fo c.a. Kl 18.

Vinarliga
Skúlastýrið