Seinastu tíðindi
Skúlastýrisvalið 10. november 2020
20. oktober 2020

Skráseting á vallista.

Í samband við skrásetingina á vallistanum er mannagongdin framvegis tann, at bert tey, sum hava foreldramyndugleikan yvir barninum kunnu velja. Skúlin ger – út frá næmingayvirlitinum –  ein vallista. Hesin liggur frammi á skrivstovuni í skúlanum við Løkin frá 20. oktober. Foreldur og verjar kunnu har kanna, um tey eru skrásett, og um skrásetingin er røtt. Sami listin verður nýttur sum eftirlit valdagin, og um ein ikki tá er skrásettur, sleppur viðkomandi ikki at velja.

Vallistin liggur frammi til 3. november kl. 14.30.