Seinastu tíðindi
Skrivlig próvtøka 20. - 26. mai 2021
17. mai 2021

Tíðarkarmar til skrivligu próvtøkuna hjá 9. og 10. flokki.

MINNIST TIL AT HAVA OYRALURT VIÐ TIL MÁLUPPGÁVURNAR. 

 

Góðu næmingar:

Til skrivligu próvtøkuna eru 9. og 10. flokkur í Løkshøll, tó er 10.fl. á Toftum í donskum.

Um úrslitini skulu vera góð, mugu tit vera væl svøvnt, mett og væl fyri, meðan royndin er.

 

Tá tit skulu upp í rokning / stødddfrøði, mugu tit hava tey neyðugu rokniamboðini við tykkum.

Góða linial, vinkulmátara, passara, góðan blýant, teknitríkant, viskileður og roknimaskinu.

Gloymið ikki GULU handbók.

Tit kunnu eisini hava tykkara egnu farteldu við, um tit ynskja tað.