Seinastu tíðindi
SSP í okkara skúla
31. januar 2021

SSP-arbeiðið hevur tað góða lívið sum stavnhald. Endamálið er at skapa øllum í samfelagnum góð, trygg og mennandi kor. Við uppbyggjandi og fyribyrgjandi átøkum verður arbeitt við at menna ein góðan hugburð til tað góða lívið. 

SSP-arbeiðið í Runavíkar kommunuskúla hevur nógv á skránni komandi tíðina, skúlaflokkar fáa vitjan og skipað verður fyri foreldrafundum í ávísum flokkum. 

 

At knýta bond millum foreldur.

Hóast børn ganga í sama flokki í fleiri ár, er als ikki vist, at tey kenna hvønn annan serliga væl. Frá byrjan av er gott at menna ein góðan felagsskap í einum flokki, og í hesum arbeiði eru foreldrini týdningarmikil samstarvsfelagi. Tí er eisini gott at skapa ein góðan felagsskap millum foreldur, sum kann vera við at menna trivnaðin og sosiala lívið í einum skúlaflokki. Hósdagin 4. februar kl. 19 verður foreldrafundur í Løkshøll fyri foreldur í 1. flokki við evnunum At knýta bond millum foreldur og Miðlavanar.   

 

Góðir miðlavanar.

Internetið og sosialir miðlar fylla nógv, og tí er tað týdningarmikið at børn vita, hvussu tey bera seg at, tá tey ferðast á netinum, og hvørjum tey eiga at vara seg fyri. Í fyribyrgingararbeiðnum hjá SSP verður stórur dentur lagdur á, at børn kunnu ogna sær góðar og sunnar miðlavanar.  

Fjórði flokkur fær hesa vikuna vitjan av Súsannu í Króki frá SSP, sum fer at tosa um góðar miðlavanar. Týskvøldið 2. februar kl 19 verður foreldrafundur í Løkshøll fyri foreldur at næmingum í fjórða flokki. Komandi tíðina arbeiða flokkarnir eisini víðari við evninum.

 

SSP-politi

SSP Politi bjóðar undirvísing til sætta flokk um Etikk á netinum og til nýggjunda flokk undir evninum Harðskapur og revsiváttan. Hesir tímar verða um nakrar vikur.