Seinastu tíðindi
Summardagar á Glyvrum 2021 - Mánadagur - Spøl og biograf
14. juni 2021

Mánadagin var veðrið ikki við okkum. Ætlanin var at fara ein túr inn á Gøtusand at hugna okkum, men tíverri máttu vit avlýsa tann túrin. Veðurkortini boðaðu frá, at tað helst fór at vera regn og vindur á Gøtusandi mánadagin, so vit avgjørdu at finna ein plan b.

Vit gjørdu fýra ymiskar postar, soleiðis at hvør árgangur vitjaði ein post í 20 minuttir.

Postur 1: Sangløta - Hans Michael.

Postur 2: Dansur í fimleikahøllini - Jannet.

Postur 3: Søguløta á bókasavninum - Brynhild.

Postur 4: Spyr teg til myndina - Johnny

Síðan var ein matarsteðgur og fríkorter, áðrenn vit øll gingu út í Løkshøll, har vit hugdu at teknifilminum um "Hodja fra Pjort"

Tá vit ikki høvdu veðrið við okkum, so má sigast at hetta var ein væl eydnaður plan b.