Seinastu tíðindi
26/11-21 Korona – dagførd mannagongd
15. november 2021

Hey tit!

Nýggj boð eru komin frá leiðsluni:

 

Soleiðis, sum støðan er nú, verður farið aftur til vanligu tímatalvurnar í komandi viku. 
Tó verða framhaldandi ávísar avmarkingar: 

-bussarnir halda á fram at koyra sum nú
-flokkarnir verða ikki blandaðir 
-vit brúka ymsar inngongdir, soleiðis sum vit hava gjørt seinastu tíðina
-næmingarnir fara í mestan mun út í fríkorterunum, annars mugu teir halda til á "sínum" økjum, ikki renna runt allan skúlan
-vit eta í floksstovunum
-vit hava ikki felags morgunsang

Gott vikuskifti

 

Korona - dagførd mannagongd 

Nú støðan er, sum hon er, verður mint á at verða serliga varin. Tað vil siga, at næmingar verða mintir á at halda frástøðu, at vaska hendur og/ella spritta. Eisini verður farið aftur til skipanina, at hvør flokkur er ein bólkur, sum ikki kemur saman við øðrum næmingum. Ein avleiðing av hesum er, at flokkarnir ikki verða blandaðir til p-fak, ítrótt, støddfrøði o.s.fr. Í fríkorterunum skulu næmingarnir í mestan mun út í garðin. Innandura halda næmingarnir sær í floksstovuni ella á gongdini, har teirra stova liggur. Komandi tíðina verður ikki felags morgunsangur, og matarsteðgirnir verða hildnir í floksstovunum. Vit halda fram við at brúka ymsar inngongir, eins og gjørt hevur verið undanfarnu vikuna.

Busskoyring:

Nú tilmælini eru, at bert eitt avmarkað tal av næmingum kunnu vera í bussunum, fer bussurin, ið koyrir av Skipanesi, bert at taka børnini av Skipanesi, úr Søldarfirði og Lamba við í og úr skúla, meðan hin bussurin bert tekur børnini úr Rituvík og Æðuvík við í og úr skúla.

Næmingar í forskúlanum og 1. flokki verða koyrdir til frítíðaransingina í Rituvík.


Næmingar, ið búgva á Glyvrum, í Saltangará og Runavík kunnu sostatt ikki brúka bussarnar komandi tíðina.
Næmingar, ið koyra við Bygdaleiðum, fylgja teimum treytum, ið verða settar har.

 

Leiðslan