Seinastu tíðindi
Koronatilmæli fyri viku 48 (29. nov-3. des)
26. november 2021

Góðu foreldur og avvarðandi.

Soleiðis, sum støðan er nú, verður farið aftur til vanligu tímatalvurnar í komandi viku. 
Tó verða framhaldandi ávísar avmarkingar: 

  • bussarnir halda á fram at koyra sum nú
  • flokkarnir verða ikki blandaðir 
  • vit brúka ymsar inngongdir, soleiðis sum vit hava gjørt seinastu tíðina
  • næmingarnir fara í mestan mun út í fríkorterunum
  • vit eta í floksstovunum
  • vit hava ikki felags morgunsang

 

Gott vikuskifti

                                  Leiðslan