Seinastu tíðindi
Skúlagongdin byrjar aftur 5. januar 2022
04. januar 2022

Góðu foreldur og avvarðandi.

Skúlagongdin byrjar aftur í morgin 5. januar. 

Soleiðis, sum støðan er nú, halda vit áfram við vanligu tímatalvuni.
Tó verða framhaldandi ávísar avmarkingar: 

- bussarnir halda á fram at koyra sum undan jólaferiuna
- árgangirnir verða ikki blandaðir 
- vit brúka ymsar inngongdir, soleiðis sum vit hava gjørt seinastu tíðina
- næmingarnir fara í mestan mun út í fríkorterunum
- vit eta í floksstovunum
- vit hava ikki felags morgunsang

 

Sí tilmælini um sóttarhald í samband við Omikron-fyribrigdið https://korona.fo/sottarhald?_l=fo

Leiðslan