Seinastu tíðindi
Skúlagongdin frá 24. januar 2022
21. januar 2022

Góðu foreldur og avvarðandi.

Í komandi viku fara bussarnir aftur at koyra sum vanligt, tó verða framhaldandi hesar avmarkingar í skúlanum:

- árgangirnir verða ikki blandaðir 
- vit brúka ymsar inngongdir, soleiðis sum vit hava gjørt seinastu tíðina
- næmingarnir fara í mestan mun út í fríkorterunum
- vit eta í floksstovunum
- vit hava ikki felags morgunsang

Sí tilmælini um sóttarhald og heimauppihald  https://korona.fo/sottarhald?_l=fo

Leiðslan