Seinastu boð
Innskriving í forskúlan Brúgvin
21. januar 2022

Næmingar verða innskrivaðir í forskúlan á Glyvrum hósdagin 27. januar.

Vegna koronatilmælini koma foreldur og næmingar í skúlan til innskriving soleiðis:

-         klokkan 16.00 – 17.00: Børn, ið ganga í barnagarðinum á Mýrunum.

-         klokkan 17.30 – 18.30: Børn, ið ganga í náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta

-         Um onkur IKKI gongur í barnagarðinum á Mýrunum ella í náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta, kunnu tey koma at skriva seg inn ímillum kl. 17.30 – 18.30.

    

GG! Vegna koronatilmælini kann bert barnið, ið skal innskrivast, og foreldur / verji koma til innskrivingina.

 

Havið p-talskort og dóps- ella navnaseðil við.

 

Vinaliga

Brúgvin - forskúlin í Runavíkar kommunuskúla