Seinastu tíðindi
OVIS nr.3 í DM í íverksetan
21. apríl 2022

Íverksetarabólkurin OVIS kappaðist í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan. Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at OVIS fekk eitt flott triða pláss.

 

Bólkurin OVIS, sum hevur ment ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull, hugtók donsku dómsnevndina.

 

Sum grundgeving fyri triða plassinum, legði dómsnevndin millum annað dent á, at OVIS hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Harumframt hevði OVIS gjørt ein góða og fullmenta prototypu. Í kappingini luttóku 24 bólkar.

 

Vit ynskja OVIS hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan.

 

Næmingarnir handan OVIS eru: Trygvi Christiansson, Ólavur Olafsson Davidsen, Teitur Hentze Knudsen og Davur Samuelsen. Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.