Seinastu tíðindi
Flaggdagshald við Løkin 2022
22. apríl 2022

Fríggjadagin 22. apríl 2022 var flaggdagshald fyri mið- og hádeildini við Løkin. Sjálvur flaggdagurin er mánadagin 25. apríl, men tá hesin er frídagur, hevði 7. flokkur valt at hava flaggdagshald henda fríggjadagin fyri. 

Beinta, ein av flokslærarunum, legði fyri, og eftir at hon hevði bjóðað vælkomin, gav hon orðið yvir til næmingarnar, sum tóku sær av restini av haldinum. 

Morgunsangur og flaggdagsrøða
Hvør dagur við Løkin byrjar við morgunsangi, og eftir morgunsangin var flaggdagsrøða á skránni. Til flaggdagshald er vanligt at fáa kendar politikarar ella vinnulívsmenn at halda røðu, men 7. flokkur hevði valt ein av sínum egnu. Tað var Jøkil við Stein, sum helt flaggdagsrøðuna, sum nakrir av næmingunum høvdu verið við at orða. Ein sera góð røða, sum er prentað í heilum líki niðanfyri hesa grein. 

Eftir røðuna skipaðu næmingar fyri spurnarkapping um fløgg. Tey høvdu valt 12 fløgg, sum eitt og eitt vórðu varpað upp á veggin. Um næmingarnir í salinum kendust við flaggið, reistu tey seg og ein slapp av svara. Nøkur fløgg vóru torfør at gita, og fá vistu, men einki flagg var, sum eingin kendi. Tá flaggið hjá Ukraina kom, reistist allur salurin.

Síðsta á skránni var ein tónleikaframførsla. Tað vóru Ronja og Áron, sum saman við tónleikalærara sínum Ásbjørn, framførdu lagið "When We Were Young" hjá Adele. Hesi bæði ganga í 8. flokki og hava valt tónleik sum vallærugrein. 

Flaggdagurin er til minnis um okkara flagg, men hann minnir okkum eisini á, at nú várar. Veðrið er gott í dag, og vit gleða okkum til summarið.

---

Flaggdagsrøða:

Góðu áhoyrarar

Veittra Føroya flaggið frítt á øllum Føroya verki.

Reytt og blátt og fannahvítt skal vera føroyinga merki.

Frá vøggu og til svørtu grøv yvir lond og yvir høv

Soleiðis yrkir Gunnar Dahl-Olsen um vakra flagg okkara Merkið, sum í 1919 fyrstu ferð var borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn.

Í 1920-árunum fóru føroyingar at flagga við Merkinum, og hóast tað ikki var loyvt at brúka "Merkið", so vant tað upp á seg í 30-árunum og í fleiri og fleiri bygdum sást reyða, bláa og fannhvíta Merkið bleiktra í lotinum. Men flagg okkara var ikki góðtikið.

Hetta broyttist, tá ið Føroyar blivu herðtiknar av bretum samstundis sum danir vóru herðtiknir av týskarum. Tá bar ikki longur til at flagga við Dannibrog. Men danski amtmaðurin, sum ráddi í Føroyum, vildi ikki, at føroyingar skuldu flagga við Merkinum og bretski konsulin skeyt upp at brúka eitt grønt flagg við hvítum krossi. Hesum settu føroyingar seg í móti. Teir vildu hava Merkið, sum okkara flagg. Tann 25. apríl í 1940 hoyrdist endaligu boðini úr Bretlandi í BBC; at føroysk skip skuldu flagga við tí reyða, bláa og fannhvíta føroyska flagginum. Tískil veittraði Merkið í mastrartoppinum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógv undir krígnum.

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga. Merkið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Merkið verður eisini vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn, sum tekin um føroyskan samleika. Um alla verðina hevur føroyska Merkið veittrað - frá hægsta tindi og út á víðasta hav.

Til gamans og álvara er Merkið við. Til brúdleyp, veitslur, tá hús verða reist og tá høgtíðsdagar eru. Um ein barnagarður ella skúli er setur á stovn, so veittrar Merkið á stong. Men eisini til tyngri løtur, har vit samlast við sorg til jarðarferðir sæst Merkið veittra. Tá flagga vit í hálvari stong.

Tað skuldi eitt stríð til áðrenn føroyingar kundu savnast undir Merkinum, men í dag frøðast vit um, at vit sum tjóð kunnu samlast undir Merkið okkara. At vit kunnu gleðast, syrgja, vísa stoltleika og dirvi við Merkinum sum okkara samlandi súmboli.

“Blá sum havið, hvít sum kavi, reyð sum blóðið tað eru vit” ljóðar ein av fótbóltsangum okkara, tí ítróttafólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Vit brúka Merkið til kappingar, landsdystir, fimleik og oyggjaleikir. Tí flaggið vekir okkara kenslur. Eitt súmbol, sum sigur, at vit eru til og serstøk tjóð. Tá ið vit ikki sleppa at bera okkara Merkið fram, kenna vit okkum ikki vird sum tjóð.

Í hesum døgum stríðast fólk í Ukraina fyri at verja sítt land. Á jólum vistu fægstu okkara hvønn lit Ukrainska flaggið hevur, men í dag sæst blái og guli litur teirra á flestu miðlum og føroyingar vísa teimum sín stuðul við at bera bláan og gulan lit á klæðum og facebookvangum. Soleiðis kann flaggið sameina. Ukraeinar stríðast og vit kenna við teimum. Tí eins og teir, vilja vit taka undir við orðunum hjá Gunnar Dahl Olsen.

Føðiland, Guð signi teg og merkið, sum tú eigur.

Lukku land, tær ynski eg og merki tínum heiður.

So leingi sólin kyndar brand verjast skal mítt flagg og land.

 

Góðan flaggdag øll somul.