Seinastu tíðindi
Telvarar í FM-finaluni
29. apríl 2022

Í vikuni var undankapping í FM í skúlatelving hildin í Tofta skúla. 14 lið luttóku og ímillum hesi var eitt lið av Glyvrum. Skjótt drógu nøkur lið frá hinum, og tá ið kappingin nærkaðist endanum, vóru tað 5 lið, sum lógu sera tøtt í oddinum.

í seinasta umfari kláraði liðið av Glyvrum, sum annars hevði ligið beint aftan fyri fremstu liðini, at toga seg fram á eitt 3. pláss. Hetta merkir, at vit eiga eitt lið í endakappingini um FM í skúlatelving, sum verður hildin í Gulu Smiðju 9. mai.

Vit ynskja telvarunum góða eydnu.