Seinastu tíðindi
6. flokkur á seturskúla í Vági
04. mai 2022

Á hvørjum árið fara 6.flokkarnir í skúlanum á seturskúla. Vit høvdu avgjørt, at í ár fóru vit at luttaka í Skúlafótbólti, sum er tiltak, sum verður hildið í Marghøllini í Vági.

Í týsdagin í síðstu viku gekk leiðin so til Vágs.

Børnini vóru sera spent og veðri var av tí fagrasta. Smyril silgdi av Havnini kl.13:00, so vit vóru í Suðri kl.15:00

Komin suður, fóru nøkur til handils at keypa inn til nátturða og morgunmat, meðan onnur fóru ein túr niðan í viðarlundina omanfyri bygdina.

Í góðum veðri ber alt til, so ikki var neyðugt at undirhalda børnunum. Tey sparkaðu á vegnum, runnu í bønum rundan um húsið og tey flestu gjørdu minst ein túr oman í Torgið at brúka nakrar krónur.

Týsdagin høvdu vit lánt okkum buss, at koyra okkum ein túr til Fámjin og Hvalba.

Í Fámjin fóru vit sjálvandi inn í kirkjuna at hyggja at tí fyrsta føroyska flagginum. Í Hvalba fóru vit vestur á Fiskieiði, at hyggja at flotta bátadráttinum, sum menn hava lagað fyri nógvum árum síðan, og sum má metast at vera eitt stórverk, listarverk.

Komin heimaftur til Vágs fóru vit beint í Pálshøll. Har hugnaðu vit okkum til nátturðin var klárur.

Eftir nátturða var Championsleague fótbóltur á skránni og tey sum ikki tíma fótbólt hugnaðu sær við øðrum.

Mikudagin var so sjálvur fótbóltsdagurin.

Morgunin fór við at eta morgunmat, rudda og rigga av, tí vit skuldu beinleiðis til hús eftir fótbóltin.

Úrslitini vóru ikki eins góð og vit kundu hugsað okkum, men vit fingu ein fínan dag í marghøllini og eina góða løtu í Pálshøll.

Fleiri myndir síggjast her.