Seinastu tíðindi
4. flokkur hevur flett
04. oktober 2022

Í gjár vóru vit árliga túrin í fjósinum hjá Johnny og flettu. 

Vit byrjaðu dagin við at fara niðan í bøin at reka seyðin oman í fjósið.

Eftir at vit høvdu fingið seyðin oman fjósið greiddi Johnny frá um seyð og fletting.

Síðan fóru vit í gongd við at avlíva og fletta.

Ymiskt var hvussu teimum dámdu at avlíva seyðin og luktin í samband við fletting.

Komin í kjallaran fingu øll møguleika at tumma. Nøkur tóku av tilboðnum, meðan onnur valdu at hyggja.

Vit tosaðu um vælindi, barkan, fótamør, netju, vomb, milt...ja, nógv eru nøvnini í samband við fletting.

Eftir at krovið var komið upp at hanga hugnaðu vit okkum við matpakka, sunkist og karamell.

Ein góður og hugnaligur dagur.