Seinastu tíðindi
100 dagar í forskúla!
18. januar 2017

Síðani vit byrjaðu í forskúla í august, hava vit talt dagarnar, og fríggjadagin 20. januar eru hundrað dagar síðani vit byrjaðu hetta forskúlaárið (2016/17). Í tí sambandi fara vit at halda eina rættiliga 100-daga veitslu. Vit fara at gera ymiskt, ið hevur við talið 100 at gera: kasta bóltar millum okkum 100 ferðir, hoppa 100 ferðir o.m.a. Harumframt hava vit bílagt pitsur, og vit fáa saft afturvið. Vit byrja dagin við eini sangløtu kl. 8.30.

Starvsfólkini á Brúnni