Seinastu boð
Jólaroyndin 15. til 18. novembur 2022
08. november 2022

Góðu næmingar:

Stað

Til royndina er 8. fl. í kantinuni, 9. og 10. fl. eru í Løkshøll.

 

Teldur

Skúlin hevur teldur til allar næmingar, men næmingar kunnu hava egna teldu við. Næmingurin hevur egna ábyrgd av telduni og skal syrgja fyri, at hon riggar, sum hon skal.

 

Góð ráð

Um úrslitini skulu vera góð, mugu tit vera væl svøvnt, mett og væl fyri, meðan royndin er.

Tá tit skulu upp í rokning / stødddfrøði, mugu tit hava tey neyðugu rokniamboðini við tykkum.

Góða linial, vinkulmátara, passara, góðan blýant, teknitríkant, viskileður og roknimaskinu.

Minnist til GULU handbók og oyralurt.