Seinastu tíðindi
JÓLADAGAR - MÁNADAGUR 19.12.2022
23. desember 2022

Dagurin hjá miðdeildini byrjaði við sangi, søgu og einum dansi um jólatræðið, meðan framhaldsdeildin hugnaði sær inni í floksstovunum.

Síðani fór miðdeilidin niðan í Bylgjuna til Kids Volley, felagspøl og hiphop dans.

Allir næmingarnir hugnaðu sær mikið.

Kl. 12.30 vóru øll boðin inn í Løkshøll at hyggja eftir einum jólaleiki og Santa Lucia, sum 7.flokkarnir skipaðu fyri.

Hetta var ein framúr leikur, og gleða vit okkum til dagin í morgin.

 

Fleiri myndir frá degnum síggjast her