Seinastu boð
Intowords tøkt hjá øllum næmingum
07. mars 2023

Forritið IntoWords er nú tøkt at nýta á føroyskum, og tað er Nám, sum umsitur forritið.

Forritið kann samanberast við CD-orð, sum lesiveik í nógv ár hava nýtt sum hjálparamboð til at lesa og skriva.

Fyrimunurin við IntoWords er, at tað riggar á flest øllum eindum. Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, kann nýtast sum ískoytisforrit á kagum (browsarum) og finst eisini sum ein app til telefonir. CD-orð er eitt telduforrit bert til Windows.

https://snar.fo/intowords