Seinastu tíðindi
Sølvi greiddi frá um okkara nýggju svimjihøll
31. januar 2023

Í síðstu viku arbeiddu 7.flokkarnir í samfelagsfrøði við ymiskum, ið hevði við nærumhvørvið at gera.

Í kjakinum, ið var í flokkunum, komu næmingarnir inn á svimjihøllina, ið nú er í gerð.

Næmingar og lærarar leitaðu eitt sindur runt á netinum fyri at vita, um fleiri upplýsingar um høllina kundu finnast men hildu, at tað var ógvuliga smáligt tey kundu finna.

Tískil ringdu tey til Runavíkar kommunu og spurdu, um onkur kundi koma at greiða teimum frá um nýggju svimjihøllina, ið vit nú byggja.

Tískil var Sølvi í Løkshøll í dag og greiddi frá um nýggju svimjihøllina,  fyrst fyri miðdeildini og síðan fyri framhaldsdeildini. 

Sølvi byrjaði heilt afturi í 1960-unum, tá menn í økinum fundaðust um at gera nýggjan svimjihyl á Glyvrum. Tann verkætlanin og nógvar aðrar verkætlanir um svimjihøll í Runavík eru teknaðar og tó ikki blivnar til veruleika, men nú er verkætlanin endiliga sett í gongd, og nú bíða vit spent eftir, at høllin stendur liðug í mars 2025.

Sølvi vísti nógvar myndir og tekningar, so øll, ið vóru til framløguna, veruliga kundu gera sær eina mynd av komandi svimjihøllini. 

Øll vóru samd um, at vit kunnu øll gleða okkum til nýggju høllina. Hon verður stór og flott, og við nógvum møguleikum til at stuttleika sær. Hoppa út av balkong, fáa sug í búkin í russjibana, slappa av og hugna sær í vælveruøkinum. Jú, har fer at vera gott hjá bæði stórum og smáum, ungum sum gomlum.

Eftir framløguna hjá Sølva høvdu næmingarnir í 7. flokki gjørt nakrar spurningar til Sølva, ið hann síðan svaraði.

Alt í alt ein sera væl eydnað framløga við nógvum góðum spurningum.

Vit blivu øll nógv klókari og gleða okkum nógv til nýggja svimjihøllin stendur liðug á vári 2025.