Seinastu boð
Foreldrafundur fyri næmingar í 7.flokki
06. februar 2023

Til Kelduna, Skálaskúla og flokslærarar í 7. fl. við Løkin

Vinarliga kunnið 7.fl. næmingarnar og foreldur teirra um foreldrafundin 14. feb.

Vit fara at hava felagsforeldrafund fyri foreldur og næmingar, sum koma at ganga í 8. flokki í skúlanum við Løkin skúlaárið 23/24. Fundurin verður 14. februar.

Fundurin byrjar kl. 18.30 og endar kl. 20.00. Fundurin verður í kantinuni við Løkin.

 

Skrá:

18.30 Jónleif bjóðar vælkomin

18.40 Umboð fyri leiðsluna greiðir frá skúlanum við Løkin.

19.00 Jónleif greiðir frá valmøguleikunum, og hvat fyri atgongd lærugreinavalini geva.

1920 Næmingarnir lata inn vallærugreinaskjalið til skúlan. Næmingar, sum ikki hava gingið í skúlanum við Løkin áður, lata eisini inn skrásetingarskjalið og skjalið, sum gevur loyvi til myndatøku.

19.40 Næmingarnir við Løkin vísa nýggju næmingunum skúlan. Foreldrini fáa sær kaffi í kantinuni.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum

Vegna Runavíkar Kommunuskúla

Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri og lestrarvegleiðari