Wull vann SkúlaFM fyri íverksetar
24. februar 2023
Wull er fyritøka úr Runavíkar og Tofta skúla
Wull hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.
Stovnararnir av bólkinum Wull eru; Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla.
Hetta er tískil annað árið á rað, at næmingar úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla vinna SkúlaFM 2023.
Meiri kann lesast um okkara óføru fyritøku í grein á portal.fo - Trýst her!