Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 3. februar 2017
03. februar 2017

Í gjár vóru vit uppi á hjá hinum børnunum í skúlanum og dansaðu føroyskan dans. Vit skipaðu "Eg kendi mær ein ríkmann." 1.a skipaði "Veturin kom við kulda og kava," 1.b skipaði "Øskudólg og Sópingarkonu," 2.a skipaði "Nú liggur ein kavafonn tindi á," 2.b skipaði "Brestis kvæði" og 3.a skipaði bæði "Kall og Svein unga" og "Sigmundskvæði yngra." Tað var stuttligt at dansa og kvøða saman við øllum hinum børnunum í Glyvra skúla. 

Vit hava sparkað fótbólt. Tá ið vit sparka hava vit bláar og svartar vestar. Genturnar gera onkuntíð seriur. Vit hava eisini telvað og loyst talvuppgávur, ið Helgi Dam Ziska hevur gjørt. Vit hava verið í fimleikarhøllini. Vit hava lært nakrar nýggjar sangir og ein dans, ið eitur "Seman, seman."

Vit vóru í evningsstovuni og blástu máling á myndir. Myndirnar hanga nú úti á gongini, har ið fløguspælarin er.

Ein dagin sóu vit ein stóran, dupultan ælaboga.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu