Orðblindna kanning 

Allir næmingar í 3.flokki í Føroyum verða kannaðir fyri orðblindni. Eg eri orðblindalærari í Glyvra skúla og fari at gera kanningina ein av fyrstu døgunum. Royndin er ikki umfatandi, tekur 10 minuttir og verður gjørd inni í flokkinum. Teir næmingarnir, sum vísa tekin um orðblindni verða kannaðir víðari í samráð við flokslæraran og tykkum foreldur. Um tit einki hoyra frá skúlanum um kanningina, vísir barnið ikki tekin um orðblindni.

bl.h Sára Mrdalo