Nýggja skemaðið hjá 4.b

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Skúlans frídagur
Frí
Týsdagur
30. apríl
Mikudagur
1. mai
Føroyskt
1. tími: frílesing og venja hondskrift
2. tími: skriva Fyrisøgn 1 á síðu 11 í Nem mál í fjóðra
Skúlating:
Gera síðu 14 lidna í Nem mál í fjórða. Nógv arbeiddu væl og blivu liðug í skúlanum.
2. Lesa uppá 4 tær fyrstu reglurnar í Fyrisøgn 1 á síðu 11 - lesið væl orðini, sum enda við -um, hóast vit siga -un.
Minnist til frílesingina.
Hósdagur
2. mai
Føroyskt
Skúlating:
Lesið í 1 minutt upp fyri einum vaksnum á s. 19-20 tvær ferðir.
Í skúlanum:
Lesa tekstin sum vinalesing og arbeiða við søguni.
Minnist til at lesa frílesing.
Fríggjadagur
3. mai
Føroyskt
Skúlating: lesa uppá restina av Fyrisøgn 1 á síðu 11. Teljið, hvussu nógv orð enda við -ð ella hava bókstavin æ.
Í skúlanum: Vit skriva fyrisøgnina.
Minnist til frílesingina.
Danskt
Søren og Mette læser historier s. 8-9.
Royni um tit klára 3x 1 min.
Gott um onkur lesur søguna upp eisini.

Kæru foreldur og næmingar

Soleiðis sær vikuætlanin út í føroyskum fram til summarfrítíðina:

Heima:

Minst 4 ferðir um vikuna: Lesa frílesing í 15 - 20 minuttir og lesa upp fyri einum vaksnum í 1-2 minuttir úr frílesibókini. Tað telur við í lisnu minuttirnar, at tit vaksnu at lesa upp fyri tykkara barni í frílesibókini og tosa um tað lisna. Tit fáa lesikort at skriva tíðirnar í :)
Skúlating: lesa upp á vinalesing, gera uppgávur lidnar í Nem mál í fjórða, lesa upp á fyrsøgn. Sí heimasetning.

Í skúlanum:

Mánadag 3.t: Nem í fjórða - lesa og viðgera tekstirnar

Mánadag 4.t: Nem mál í fjórða - mállæra ella fyrisøgn

Mikudag 1.t: Frílesing og venja hondskrift

Mikudag 2.t: Nem mál í fjórða - mállæra ella fyrisøgn

Hósdag 3.t: Nem í fjórða - lesa og viðgera tekstirnar

Fríggjadag 5.t: Nem mál í fjórða - mállæra ella fyrisøgn.

Bh

Pálin

Foreldrakunning um "Orð um minuttin"

Skúlaleikir 2024 eru týsdagin 19. mars í skúlanum við Streymin. 

Skráin er henda: 

8.00: Næmingarnir møta í teirra stovu í skúlanum við Løkin

8.20: Bussurin fer frá skúlanum við Løkin

9.30-10.00: Næmingar fáa t-troyggjur, og síðan er felags upphiting

10.00 - 11.30: Næmingarnir verða býttir í helvt og royna fyrstu ítróttagreinina  

11.30 - 12.00: Matarsteðgur - næmingarnir fáa ábit/eta matpakka og frukt 

12.00 - 13.30: Næmingarnir royna næstu ítróttagreinina

13.30 - 14.00: Samanumtøka av degnum - vit heiðra besta hepp, felagsskapin og kunngera flokkin, sum kemur víðari til landsstevnu.

Bussurin koyrir okkum heim.

Ítróttargreinarnar eru flogbóltur og frælsur ítróttur. Áðrenn vit fara, býta vit næmingarnir  í bólkar við 4-5 næmingum í hvørjum bólki

Ígjøgnum dagin eggja vit næmingum at heppa á hvønn annan, finna nøvn til teirra vinaplakatir, og vit taka felags floksmyndir.

Næmingarnir skulu hava dunk við sjálvi. Næmingarnir fáa ábit og t-troyggjur. Tey kunnu eisini hava matpakka við.

Lærarar, sum fara við:

4.a: Stinemia og Annika

4.b: Rógvi og Pálin

04.03.2024 Rokniátak við Løkin.

Mánadagin byrjar árliga rokniátakið við Løkin. Átakið verður í tvær vikur. (4.-15. mars)

Eins og undanfarin ár rokna næmingarnir í 15 minuttir ella longur. 1. tíma tey eru í skúla.

Vónandi taka tit undir við hesum. Endamálið er at børnini duga betur at rokna.

Tabel venjing

    

Rokning