1 / 1
Góðu foreldur og avvarðandi.

Glyvrar 08. apríl 2024

Frá mikudegnum 10. apríl og tvær vikur farm er rokni- og lesiskeið á skránni í Glyvra skúla.

Hesar báðar vikurnar fara vit at hugsavna okkum um rokning, lesing og skriving. Okkara royndir vísa, at næmingarnir fáa væl burtur úr hesum døgunum.  

Vanliga tímatalvan hjá okkum verður sett á pausu hesar dagarnar. Tað vil siga, at vit bara hava føroyskt og rokning

Fyri at tað skal bera okkum til at arbeiða í smáum bólkum í frið og náðum, hava vit skipað dagarnar eftir eini serligari tímatalvu. Tað hevur við sær, at onkur onkuntíð er fyrr liðugur, og onkur flokkur onkuntíð er longri í skúla. Hetta havi eg kunnað frítíðarskúlan um.  

Broyttu tímatalvurnar hjá flokkunum verða lagdar út á heimasetningin.

Eru spurningar um rokni – og lesiskeiðið, eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á 237133.

 

Vinaliga Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri

 

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Frídagur
Týsdagur
30. apríl
Mikudagur
1. mai
Hósdagur
2. mai
Fríggjadagur
3. mai

Góðu foreldur og avvarandi..
Eftir jól byrja næmingarnir í Glyvra skúla aftur hósdagin 4. januar.

Glyvra skúli fer í næstum undir eina verkætlan saman við Undirvísingarstýrinum, NÁM og Barna bata, sum hevur til endamáls at styrkja trivnaðararbeiðið á skúlanum. Øll starvsfólkini í Glyvra skúla skulu í hesum sambandi á eitt dagsskeið, sum verður 3. januar. Í hesum sambandi hevur frítíðarskúlin opið allan dagin 3. januar fyri børnunum frá 0. til og við 2. flokk.
Eftir dagsskeiðið 3. januar er meingin, at starvsfólkini á Glyvrum fara at royna nýggja tilfarið og gera sær sínar royndir. Fyri at tryggja, at bæði stór og smá fáa sum mest burtur úr hesum átaki, fara vit regluliga at fáa vitjan av trivnaðarráðgevunum hjá Undirvísingarstýrinum.
Fyri at foreldur og avvarðandi skulu fáa innlit í høvuðstankarnar handan trivnaðartilfarið Betri Vinir, skipa trivnaðarráðgevarnir hjá NÁMi saman við Glyvra skúla fyri einum kunnandi foreldrakvøldi í Løkshøll hóskvøldið 18. januar kl 19.00, hetta skulu vit nokk minna tykkum á, tá ið hetta kvøldið nærkast.
Er annars okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.

Vinaliga Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri, 237133

Flokskonto

Á felags foreldrafundinum var avgjørt at gjalda 300 kr á eina felagskonto. Peningurin verður brúktur uppá flokkin, so sum skriviheftir o.a. Kunnu tit gjalda 150 kr. nú ella í seinasta lagi 1.nov 2023. Næsta gjald verður 1. feb. Tað kann eisini vera ein flyting á 300kr. Tað hevði verið sera gott, um øll kundu avgreitt hetta áðrenn 1.nov, so vit sleppa frá at rykkja eftir pengunum. Minnist til at viðmerkja navnið á barninum : )

kontonr: 6460-6450190

Avgjørt varð eisini, at tit kundu umhugsað, um tað er eitt gott hugskot at flokkurin fer uttanlands á seturskúla í 7.flokki?  
 

Floksins tími

Her er listin, hvør skal taka við til floksins tíma. Um tað ikki liggur fyri hjá onkrum, skifta tit um innanhýsis. 

 21/9 Jónathan og Árant

5/10 Bjørk og Diana

19/10 Jon Adolf og Elias

2/11 Silja og Alda

16/11 Bergur og Tróndur

30/11 Rita og Bára

14/12 Teodor og Filip

11/1 Anna Sofía og Heiðrun

25/1 Micah og Nóa

8/3 Josefina og Aria


 

Vinabólkar í 1.b

Hetta eru vinabólkarnir frá okt. til feb. Tit kunnu býta um raðfylgjuna í bólkunum, um tit vilja tað.

Ætlanin við vinabólkunum er, at børnini koma heim at spæla hjá hvørjum øðrum eftir skúla ella frítíðarskúla í einar tveir tímar.

Vanligt er, at børnini fáa ein lítlan miðmála. Tað er ikki ætlanin, at skermur skal verða brúktur, tá vinurbólkur er.

 Blíðar heilsanir

Jannet og Jenni

                                                                                  

Á felagsforeldrafundinum 11/9-2023 vóru hesar avtalur gjørdar:

-Vit bjóða øllum flokkinum í føðingardag

-Vit geva 20 kr í føðingardagsgávu

-Vit gjalda inn á felagskonto 150 kr hálvárið

-Vit ynskja at hava spælibólkar

-Til floksinstíma skiftast vit at hava kaku, frukt ella okkurt annað við:)

 

Foreldraumboð í 1.b 2023/24

Magni Høgnesen, pápi Bergur  

Kristoffer H. Kristensen, pápi Jónathan

Linda Sunder, mamma Micah

Ann Mari Midjord, mamma Josefinu

Ongar myndir

Rokning