Heimasetningur 3. a

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Frídagur skúlans
Týsdagur
30. apríl
Vanlig tímatalva aftur
Føroyskt
- Mappan. "Orð um minuttin". Les tekstin í 1 minutt, og lita nøgd av orðum við grønum.
- Frílesibókin. Les í 20 min. Les hart í 15 min., síðani kanst tú lesa innantanna. Minst til innihaldið. Svara spurningunum.
Mikudagur
1. mai
Hósdagur
2. mai
Fríggjadagur
3. mai

Frágreiðing um Betri vinir til foreldur

Betri vinir. Trivnaðaravtalurnar í 3.a

  • Vit bjóða upp í spæl.
  • Vit hjálpa.
  • Vit tosa pent við hvønn annan.
  • Vit biðja orsaka.
  • Vit siga frá.
  • Vit steðga, tá ið onkur sigur "steðga".
  • Vit eru fitt við hvønn annan.
  • Vit virða ymisleikarnar hjá hvørjum øðrum.
  • Vit lurta eftir hvørjum øðrum.    

Samtalukort

  • Vit hava tosað um skúlagarðin. Vit hava tosað um at hava dirvi til at bjóða einum floksfelaga upp í spælið, sjálvt um ein annar floksfelagi sigur "NEI".
  • Vit hava tosað um føðingardagar. Hetta søgdu tey sjálvi: "Tann besti føðingardagurin er, tá ið øll spæla saman".

Ver móti øðrum, sum tú vilt, at onnur skulu vera ímóti tær:)

Minnist til at spyrja jaliga inn til skúladagin, tá ið tey koma heim. 

 

Jolly Club bólkarnir

Oktober (Elementært)

Ari Charlis Jóhan
November (Home Alone nr.1) Fríður David John Elias
Desember (The Grinch) Ester Daniella Vár

Januar (Super Mario)

Joel Jónas Jósef
Februar (Monsters Inc) Elisabeth Sanna Ingunn
Mars (Inders Inde) Bartal  Eyðun Armgarð
Apríl (Wonder) Aleksandur Sølvi Romell
Mai Elinborg Marta Súnfríður
Juni Bjarti   Maria

Tit vitja hvønn annan. Taka sodavatn við, fáa okkurt gott frá vertinum og hyggja eftir einum filmi. Sera gott átak:) Nú mugu tit ordiliga hugna tykkum:)

Á foreldrafundinum varð hetta avtalað:

  • Í foreldraráðið komu Krista, Vígdis og Arnfríð. Takk fyri:)
  • Ferðakonto: Viðmælt at stovna egna ferðakonto
  • Samband: Símun Jóhann 267005 (dreingirnir)
  • Samband: Joan 212980 (genturnar)

Føroyar lesa

7 góð ráð at eggja børnum til at lesa meira

  •  Hav bøkur og bløð liggjandi
  •  Tosa við barnið um, hví tað gevur meining at lesa
  •  Vís áhuga fyri lesingini hjá barninum
  •  At lesa av áhuga og at lesa í skúlanum
  •  Legg ikki trýst á barnið
  •  Ger tað hugnaligt at lesa
  •  Lesið sjálvi

 

Floksvinir

Hetta siga tey sjálvi.

Floksvinir: hjálpa - spæla saman - tosa pent - steðga, tá man sigur "steðgað" - boða frá - bjóða upp í spæl - gera ikki fortreð - skumpa ikki - biðja orsaka.

Arbeiðssetningurin í flokkinum:

Ver móti øðrum, sum tú vilt, at onnur skulu vera ímóti tær.

Trivnaðarátak

Virðing

At viðurkenna og taka atlit til øll børn

  • Virða okkara ymisleikar
  • Lurta eftir hinum
  • Góðtaka aðrar meiningar
  • Um nøkur okkara eru liðug at arbeiða, gev so hinum frið eisini at gera seg liðug
  • Virða ting/leikur hjá hvørjum øðrum
  • Biðja um loyvi

Føroyskt 

Hetta hava næmingarnir sett sær fyri.

Vit skulu læra okkum: at lurta, at lesa, at skriva, at rokna, at syngja, at tekna, at arbeiða skila-gott, at tosa ordiligt og at vera góðir vinir. Fitt :-)

At arbeiða skila-gott merkir, at vit arbeiða væl í arbeiðsbókunum í skúlanum, so vit  næstan bara hava fyri at lesa heima:)

Minnist til at ringja, um tit ivast í onkrum fakligum ella tit ivast í trivnaðinum.

Samband:

Joan Jacobsen tlf. 212980 (genturnar)

Símun Jóhann Samuelsen tlf. 267005 (dreingirnir)

Flokskonto: 6460-5152692

Rokning

  

Appin "Den første læsning Trin 2 - Ida og Emil mod de nye mål" kann downloadast á snildfon og / ella tablett av PlayStore ella AppStore.

Hetta er ein app, har barn tykkara kann venja og betra um sítt danska mál.

Barn tykkara skal brúka sítt skulin.fo brúkaranavn og kotu fyri at sleppa inn.

T.d. kunnu tit eggja barninum at klára ein level um dagin, annað hvønn dag, ella hvat tit halda er passandi fyri tykkara barn. Eru uppgávurnar ov lættar, so er bara at koyra á, tí tær verða verri og verri, so hvørt sum uppgávurnar eru loystar.

https://education.minecraft.net/da-dk

Eg vil eggja tykkum at loyva barni tykkara at spæla lærurík og gevandi spøl í tryggum umhvørvum. Á Minecraft Education kann næmingurin logga á við sínum "skulin.fo" brúkaranavni og kotu, og spæla trygt. Eg vil viðmæla, at tú/tit seta tykkum saman við barninum at downloada appina og logga á. Hetta kann spælast á teldu, snildfon, tablet v.m., men skulin.fo brúkarin hjá næminginum, kann bara logga á 2 stk enhed/device, so velji eina einheit, sum barn tykkara oftast hevur atgongt til og sleppur at brúka.

EN:

"GAME-BASED LEARNING WITH MINECRAFT

Minecraft Education prepares students for the future, building future-ready skills like creativity, problem solving, and systems thinking, and nurturing a passion for play.

  • DRIVE MEANINGFUL LEARNING 
    Explore real-world issues in immersive, imaginative worlds
  • PREPARE FOR DIGITAL FUTURE
    Computational thinking with in-game coding and curriculum
  • SOCIAL-EMOTIONAL SKILLS
    Build empathy and learn digital citizenship."

DA:

"SPILBASERET LÆRING MED MINECRAFT

Minecraft Education forbereder eleverne til fremtiden, opbygger fremtidsparate færdigheder som kreativitet, problemløsning og systemtænkning og nærer en lidenskab for leg.

  • STYRK MENINGSFULD LÆRING 
    Udforsk problemer fra den virkelige verden i engagerende, fantasifulde verdener
  • FORBEREDELSE TIL EN DIGITAL FREMTID
    Beregningsmæssig tænkning med læreplan og kodning i spillet
  • SOCIALE OG EMOTIONELLE FÆRDIGHEDER
    Opbyg empati og lær digitalt medborgerskab."

P-fak við Ásu

Eg hevði tykkara deiligu børn í góðar tveir mðr í donskum og til p-fak.

Í p-fak havi eg havt fokus á at geva teimum eina kenslu av samræði yvir tí fakliga innihaldinum, og tað at virðismeta ætlanina, so at øll fáa nakað gott burturúr mannagongdini.

Vit brainstormaðu saman, har næmingarnir sótu saman á gólvinum um talvuna, og eg skrivaði teirra ynskir á talvuna.

Eitt ynski, sum fleiri høvdu, var at sleppa út úr skúlastovuni. Onnur afturvendandi ynskir vóru at mála, at fara út at spæla, at gera okkurt við træ, at gera okkurt í evningstovuni o.s.fr.

Síðani vurderaði eg teirra ynskir og legði eina ætlan, sum eg síðani tillagaði so hvørt og brúkti sum grundarlag fyri mínari fyrireiking.

Tey hava gjørt glasmáling. Tað gjørdu vit inni í skúlastovuni, og tað riggaði ordiliga gott. Her var fokus á at tosa við tey, sum eru tætt hjá, ella ganga yvir til tann persónin, sum man vil siga nakað við, heldur enn at rópa tvørturum skúlastovuna. Hetta fyri at dempa ljóðniveauið inni í skúlastovuni.

Fyri at hetta ikki skal blíva alt ov langt, so kunnu tit spyrja tykkara børn um p-fak; - tey hava perla (fokus á arbeiðslag, litsamansetingar og at fylgja einum mynstri) - gjørt glasmáling (fokus á ljóðstøðið í flokkinum, litsamansetingar, at fylgja einum mynstri og handaliga erfaring við tjúkt av glasmálingini, tí tað ikki er alt man kann forklára, handverk krevur ofta eitt sindur av erfaring) - tekna og klipt (fokus á at tekna eitt mynstur við fríhond og lita tað. Hetta var serliga stuttligt fyri meg, tí fleiri endaðu við at tekna sína hond, haha ordiliga fitt) - spælt úti (lært eitt nýtt spæl, har leikararnir skifta lið so hvørt, sum teir verða hálaðir yvirum eina striku. Hetta var fyri at trena tað at spæla fyri at stuttleika sær, heldur enn at vinna. Akkurát hetta fokusið var serliga ringt fyri fleiri, kanska tí tað er óvanligt at spæla á skiftandi liðum, og tað í spæli er náttúrligt at ynskja at vinna, møguliga, men hetta var so ein roynd, og tað eydnaðist fyri summi, yey)

Myndirnar, sum eg havi viðfest her eru frá tí síðsta forløbinum, sum eg hevði við tykkara kreativu børnum.

Uppgávan: STRING ART 1) Tekna eina skitsu (ella fleiri) av einum formi, sum tú kundi tonkt tær at gjørt til String Art, t.d. runding, trýkant, fýrakant el.l. 2) Vel eitt stk træ úr kassanum, sum er passaligt til títt ynksta String Art produkt. 3) Tillaga skitsuna og tekna hana av uppá títt træpettið Tey fingu øll ein makkara at arbeiða saman við, ikki fyri at gera tað sama ella í senn, men fyri at hava ein at sparra við ella spyra, áðrenn man spyr læraran.

So í gongd! Tey hava saga sítt træpettið til, pussa tað, onkur hevur mála tað. Síðani tekna skitsuna á og smíða naglar í træpettini til tógv. At enda valdu summi at pynta við ymiskum úr evningstovuni, t.d. líma knappar á, gera rammu rundanum við pípureinsarum o.s.fr., meðan onnur valdu at varveita tað náttúrliga look'ið, so tað er bara smag og behag. Endamálið við hesum forløbinum var at læra at umgangast í evningstovuni, at hyggja og leita aktivt eftir tí man skal brúka, heldur enn at sita og bíða. Harumframt at hava felags ábyrgdarkenslu av rúminum og ja-hattin á / tann góða og positiva innstillingin í høvdinum. Hetta eydnaðist sera væl! Tykkara børn tóku væl upp eftir hvør øðrum = felags ábyrgdarkensla av rúminum, og tey hjálptu hvør øðrum, so ikki fleiri sótu og bíðaðu eftir mínari hjálp, tí onkur annar visti og kundi forklára ella vísa = ja-hattin

Uppá stutta tíð hava børnini flutt seg so sera nógv. Eg havi lagt stóran dent á "ja hattin" og at hava "positivan innstilling", og hetta síðsta forløbið gekk sum smurt :D Tey børnini, sum bara spældu ella runnu runt uttan at arbeiða uppá sítt produkt, vóru send niðan í skúlastovuna at lesa í frílesingsbókini, so tey hava eisini fingið okkurt burturúr, sjálvt um tað ikki var p-fak, so fingu tey so trena sína danskt lesing, um ikki annað, so tað er eisini gott, og kanska eggjar teimum at arbeiða uppá teirra produkt í komandi p-fak forløbum, heldur enn at spæla og renna runt :) So alt í alt er mín eftirmeting, at øll hava lært okkurt gott hesa tíðina, sum eg havi verið lærari í 3.a.

Stóra takk fyri nú 3.A, vit síggjast í fríkorterunum, til morgunsang og runt á skúlanum ;)

Vinarliga heilsan Ása