Listaleypurin - framførslan

Børnini vóru so ófør í morgun. Tey dugdu óalmindiliga væl at framføra. Alt í alt hava vit fingið eitt fantastskt upplivilsi saman við Listaleypinum.

Listaleypurin - næsti dagur 23/1-24

Børnini ordiliga hugna sær.

Listaleypurin vitjar 3.b 22/1-24

Fyrsti dagur av fýra :)

Vitjaðu smálombini hjá Sjúrði 4/5-23

Hósdagin fóru vit ein stuttan túr niðan at hyggja at smálombunum hjá Sjúrði. Øll, ið vildi, sloppu at halda í einum fittum hvítum lambi. Sjúrður hevur givið lombunum nøvn og tey eita m.a. Kjøt-uppá-breyð, Rullupylsa og Ræst-kjøt. Haldi ikki, at børnini hildu, tað vera soo stuttligt :D

Blandaðar myndir frá sep., okt. og nov. 21

Her er nakrar gamlar myndir frá t.d., tá vit flettu, høvdu evnisviku og vóru til eina søguløtu á bókasavninum við Løkin

Jólavættur

1. des. hevði onkur verið inni í okkara stovu ;)

Gulur fríggjadagur 3/12-21

Vit høvdu ein deiligan dag. Sum tit síggja, hava vit nakrar raskar mammur í flokkinum :) Ordiliga stuttligt, túsund takk fyri :) :) So vóni eg at tit vinna, koyr á NSÍ :)

Útiskúlin 11/2-2022

Vit høvdu ein frálíkan útiskúla fríggjadagin. Fyrst sletaðu vit eina løtu, nøkur børn hildu tað vera stuttligari at vassa. So fóru vit inn at eta matpakka, tá hevði Sjúrður hitað kakao, so vit fingu kakao og skumfidusar omaná. Ein deiligur dagur :)

Fastalávint 28/2-2022 - 1.b

Ein deiligur dagur dag, har øll vóru grýluklødd :)

Sjónleikur 2/4-22 - 1.b

Í dag vóru vit boðin til leik úti í Løkshøll. Tað vóru næmingar í 10. fl. í Runavík og á Toftum sum spældu. Tey dugdu sera væl at spæla :)

Fjørutúrur 28/4-22

Í dag fóru vit ein lítlan túr oman á Glyvra strond. Nøkur børn hugnaðu sær á fjøruni, og onnur á sandinum. Her eru nakrar deiligar myndir :)

Vit telva - 5. mai 22

Her eru nakrar myndir frá eina ferð vit telvaðu. Vanliga telva vit hósdag, og børnini eru sera røsk at telva.

Hey góðu foreldur - 6. mai 2022

Tað riggaði so væl at svimja við børnunum. Tit skuldu sæð smílini, tá tey komu inn í høllina :) Tey hugnaðu sær óført. Vit svumu so leingi, at vit høvdu bara 15 min. at ganga niðan til mín og eta matpakka, og so yvir aftur á parkeringsplássið, so vit blivu nakað sein. Gott við tolnum foreldrum :)

Tíverri tók eg onga mynd :/

Vit takka fyri, at tit kundu koyra, og tykkum sum meldaðu tykkum til, men ikki sluppu. 

Konsert - 16. mai 22

Í dag vóru vit boðin á konsert úti í Løkshøll, har Løkin band og ein danskur bólkur framførdi. M.a. framførdi tey onkra sang hjá Michael Jackson. Vit takka fyri eina góða konsert.

Ruddidagur 24.05.22

Í dag hava vit ruddað allan skúlagarðin. 1. a og b áttu ovara garðin, inni á vøllinum, runt um vøllin og alt økið kring um. Tey vóru so røsk :). Aftaná fingu vit popkorn og saft.

Góðveðursdag 1/6-2022

Av tí at veðrið var so gott, ótu vit matpakkan í skúlagarðinum. Børnini hugnaðu sær óført. Síðsta tíman hjá mær fóru vit ein túr í Effo, har børnini keyptu sær ein ís :)

Grashøvd - 10 juni ‘22

Í dag gjørdu vit grashøvd :) Tey blivu soo fitt. Vónandi fáa tey nøkur “hár” á høvdið skjótt :)

Øðrvísi skúladagar juni 2022

Tveir deiligir skúladagar :)

Útiskúli 25.aug.22

Vit høvdu ein frálíka dag uppi á Svangaskarði.

Útiskúli 15.09.22

Í dag gingu vit frá Glyvra skúla til Lamba, ein so deiligur túrur. Fyrst fóru vit niðan á spæliplássið, har spældu vit eina løtu og ótu matpakka. Síðani fóru vit oman í fjøruna, men fyrst eitt vesi-stop í Lambaskúla. Aftur ein frálíkur dagur :)

Sjónleikir 19/9-22

Í dag hava vit hugt at tveimum sjónleikum. Ein hjá 3.b og ein hjá Búa og Dánjali. Okkum dámdi báðar ordiliga væl.

Taka epli upp 20. okt. 22

Evnisvika, krabbarúsur og eplir 28.10.22

Síðsta vika var ein góð vika hjá okkum. Mánadagin settu vit tvær rúsur. Vit brúktu makrel sum agn. Tær skuldu standa í ein dag. Týsdagin gingu vit eftir fjøruni frá Langanesi út á Bakka. Síðani fóru vit at taka rúsunar upp. Har vóru nógvir krabbar í. Hans Michael og Johnny komu at hjálpa okkum at koyra teir niðan í skúlan, koyrdi teir í fýra akvarium við sjógvi í. Mikudagin hoyru børnini søgnina um Fjørutrølli, sóu filmin um Fjørutrølli sum bleiv sent í barnaløtuni á sinni. Eisini hoyrdu tey eina søgu. Fóru oman í høllina at spæla, og sluppu at tekna eina løtu. Hósdagin sloppu tey at tekna, líma, perla og klippa. Tey flestu valdu at perla. Vit hava perlað ymiskt sum hoyrir til í fjøruna, s.s. krabbar, skaldbøkur og fiskar. Eisini sloppu tey at gera nakrar dropar, sum hanga í vindeygunum í stovuni. Fríggjadagin gjørdu vit eplabátar av eplunum, sum vit tóku upp herfyri. Børnini fingu nøkur eplir í part at vaska og skera. síðani fóru eplini í ovnin eina løtu. Løtu seinni settust vit at eta, vit fingu remulátu og saft afturvið. Smakkaði ordiliga væl. Alt í alt ein fantastisk vika.

Skoyta og svimja 12.01.23

Vit høvdu ein frálíkan túr í Klaksvík í dag. Fyrst skoytaðu vit, tað var óføra stuttligt, børnini vóru so røsk. So gekk leiðin niðan í skúlan, har vit ótu matpakka, vitjaðu 2.a og sloppu inn í stovuna hjá 5.b at royna borð og stólar. Síðani gekk leiðin niðan at svimja. Børnini hugnaðu sær óføra væl.

Kall og svein ungi 02.02.23

Hósdagin, í síðstu viku, høvdu vit evnisdag um Kall og svein unga. Har bleiv klipt, límað, teknað og dansað. Ein sera góður dagur.

Eg, tónaskaldið? 13.02.23

Fastalávint 21.02.23

Her eru nakrar myndir frá í dag :) So stuttligt at møta børnunum í morgun. Tit, foreldur, eru so dugnalig og kreativ :)

Søguløta um Gullleyvuna og skattaveiða 27/4-23

Í dag vóru vit ein góðan túr í Lamba. Sunnvá fortaldi okkum søguna um Gullleyvuna inni í Lamba skúla. Síðani fóru vit á skattaveiðu, har vit fingu nakrar spurningar, sum vit kláraðu at svara. Afturfyri at vit høvdu verið so røsk, fingu vit øll ein gull-vinning í part. Ein ordiliga góð og hugnalig løta.

Útiskúli og heimstaðarlæra 6/9-23

Útiskúli 4/10-23

Frálíkur dagur :)

Jólamaðurin vitjaði 18.12.23

Jólamaðurin kom við pakkum í dag. Tað var nógv lekkur í pakkanum, s.s. sunkist og caramel.

Fastalávint 3.b

Okkara fastalávintshald eydnaðist aftur í ár sera væl. Kornelius bleiv kattakongur. Nakrar myndir eru frá í morgun, tá øll børnini sluppu at hava grýlubommini við í skúla.