P-fak við Ásu

Eg hevði tykkara deiligu børn í góðar tveir mðr í donskum og til p-fak.

Í p-fak havi eg havt fokus á at geva teimum eina kenslu av samræði yvir tí fakliga innihaldinum, og tað at virðismeta ætlanina, so at øll fáa nakað gott burturúr mannagongdini.

Vit brainstormaðu saman, har næmingarnir sótu saman á gólvinum um talvuna, og eg skrivaði teirra ynskir á talvuna.

Eitt ynski, sum fleiri høvdu, var at sleppa út úr skúlastovuni. Onnur afturvendandi ynskir vóru at mála, at fara út at spæla, at gera okkurt við træ, at gera okkurt í evningstovuni o.s.fr.

Síðani vurderaði eg teirra ynskir og legði eina ætlan, sum eg síðani tillagaði so hvørt og brúkti sum grundarlag fyri mínari fyrireiking.

Tey hava gjørt glasmáling. Tað gjørdu vit inni í skúlastovuni, og tað riggaði ordiliga gott. Her var fokus á at tosa við tey, sum eru tætt hjá, ella ganga yvir til tann persónin, sum man vil siga nakað við, heldur enn at rópa tvørturum skúlastovuna. Hetta fyri at dempa ljóðniveauið inni í skúlastovuni.

Fyri at hetta ikki skal blíva alt ov langt, so kunnu tit spyrja tykkara børn um p-fak;
- tey hava perla (fokus á arbeiðslag, litsamansetingar og at fylgja einum mynstri)
- gjørt glasmáling (fokus á ljóðstøðið í flokkinum, litsamansetingar, at fylgja einum mynstri og handaliga erfaring við tjúkt av glasmálingini, tí tað ikki er alt man kann forklára, handverk krevur ofta eitt sindur av erfaring)
- tekna og klipt (fokus á at tekna eitt mynstur við fríhond og lita tað. Hetta var serliga stuttligt fyri meg, tí fleiri endaðu við at tekna sína hond, haha ordiliga fitt)
- spælt úti (lært eitt nýtt spæl, har leikararnir skifta lið so hvørt, sum teir verða hálaðir yvirum eina striku. Hetta var fyri at trena tað at spæla fyri at stuttleika sær, heldur enn at vinna. Akkurát hetta fokusið var serliga ringt fyri fleiri, kanska tí tað er óvanligt at spæla á skiftandi liðum, og tað í spæli er náttúrligt at ynskja at vinna, møguliga, men hetta var so ein roynd, og tað eydnaðist fyri summi, yey)

Myndirnar, sum eg havi viðfest her eru frá tí síðsta forløbinum, sum eg hevði við tykkara kreativu børnum.

Uppgávan: STRING ART
1) Tekna eina skitsu (ella fleiri) av einum formi, sum tú kundi tonkt tær at gjørt til String Art, t.d. runding, trýkant, fýrakant el.l.
2) Vel eitt stk træ úr kassanum, sum er passaligt til títt ynksta String Art produkt.
3) Tillaga skitsuna og tekna hana av uppá títt træpettið
Tey fingu øll ein makkara at arbeiða saman við, ikki fyri at gera tað sama ella í senn, men fyri at hava ein at sparra við ella spyra, áðrenn man spyr læraran.

So í gongd! Tey hava saga sítt træpettið til, pussa tað, onkur hevur mála tað. Síðani tekna skitsuna á og smíða naglar í træpettini til tógv.
At enda valdu summi at pynta við ymiskum úr evningstovuni, t.d. líma knappar á, gera rammu rundanum við pípureinsarum o.s.fr., meðan onnur valdu at varveita tað náttúrliga look'ið, so tað er bara smag og behag.
Endamálið við hesum forløbinum var at læra at umgangast í evningstovuni, at hyggja og leita aktivt eftir tí man skal brúka, heldur enn at sita og bíða. Harumframt at hava felags ábyrgdarkenslu av rúminum og ja-hattin á / tann góða og positiva innstillingin í høvdinum. Hetta eydnaðist sera væl! Tykkara børn tóku væl upp eftir hvør øðrum = felags ábyrgdarkensla av rúminum, og tey hjálptu hvør øðrum, so ikki fleiri sótu og bíðaðu eftir mínari hjálp, tí onkur annar visti og kundi forklára ella vísa = ja-hattin

Uppá stutta tíð hava børnini flutt seg so sera nógv. Eg havi lagt stóran dent á "ja hattin" og at hava "positivan innstilling", og hetta síðsta forløbið gekk sum smurt :D
Tey børnini, sum bara spældu ella runnu runt uttan at arbeiða uppá sítt produkt, vóru send niðan í skúlastovuna at lesa í frílesingsbókini, so tey hava eisini fingið okkurt burturúr, sjálvt um tað ikki var p-fak, so fingu tey so trena sína danskt lesing, um ikki annað, so tað er eisini gott, og kanska eggjar teimum at arbeiða uppá teirra produkt í komandi p-fak forløbum, heldur enn at spæla og renna runt :) So alt í alt er mín eftirmeting, at øll hava lært okkurt gott hesa tíðina, sum eg havi verið lærari í 3.a.

Stóra takk fyri nú 3.A, vit síggjast í fríkorterunum, til morgunsang og runt á skúlanum ;)

Vinarliga heilsan
Ása