Seinastu boð
Barnadansistevna í Sandoynni 21. apríl
10. apríl 2018

Leygardagin 21. apríl 2018 verður árliga Barnadansistevnan. Hesa ferð verður stevnan hildin í Sandoynni. Børn og ung úr dansifeløgum og skúlum úr øllum Føroyum koma saman at dansa føroyskan dans frá morgni til einaferð út á seinnapartin. Tað er ókeypis at vera við og at ferðast til og frá, og vit fáa morgunmat, døgurða og ein køkubita. Næmingar við Løkin og á Glyvrum, ið hava hug at vera við, skulu bert siga Jens Dalsgaard frá sum skjótast á tlf. 577765 ella á Facebook. Foreldur, ommur og abbar eru eisini vælkomin at vera við, og børn mugu vera saman við vaksnum. Ein vaksin kann væl hava fleiri børn við sær.

Eysturoyar Dansifelag