Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan fyri Runavíkar kommunuskúla 

Góður trivnaður er grundleggjandi fortreyt fyri menning og læru hjá bæði næmingum og starvsfólki. Góður trivnaður ger, at næmingar og starvsfólk kenna seg trygg og vilja og tora at gera vart við tað, ið skapar mistrivna.

Her er trivnaðarætlanin hjá Runavíkar Kommunuskúla: 
(Niðanfyri ber eisini til at taka trivnaðarætlanina niður sum PDF)

---

Trivnaðarætlan  

Ábyrgd og leiklutur:

Tað áliggur øllum at tryggja og virka fyri einum góðum og tryggum umhvørvi í skúlanum, næmingum, starvsfólkum, foreldrum og avvarðandi at gagni.

 

Leiðslan:

Skúlans leiðsla hevur endaligu ábyrgdina av, at tað javnt og samt verður arbeitt fyri góðum trivnaði í skúlanum. Leiðslan tryggjar, at karmarnir viðvíkjandi ábyrgd og uppgávum eru greiðir. Leiðslan skal vera við til at endurskoða trivnaðararbeiðið. Á hvørjum vári skipar leiðslan fyri fundi við Førleikastovuna, sum hevur til endamáls at viðgera trivnaðararbeiðið sum heild, koma við møguligari nýggjari kunning á økinum og at endurskoða trivnaðarætlanina.

 

Flokslærarin/lærarin:

Flokslærarin hevur ábyrgdina av trivnaðararbeiðinum í sínum flokki og skal samskifta og samstarva við allar viðkomandi partar.

Sum part av trivnaðararbeiðinum skal flokslærarin hava floksfund og næmingasamrøður.

Viðvíkjandi uppgávum flokslærarans verður víst til Kunngerð um flokslæraran (Nr. 37).

Allir lærarar skúlans skulu samsvarandi trivnaðarætlanini taka ein virknan lut í trivnaðararbeiðinum í flokkunum og í skúlanum sum heild.

 

Øll starvsfólk skúlans skulu:

• vera sjónlig vaksin

• vera góðar fyrimyndir

• vísa virðing og krevja at verða vird

• síggja og virða foreldur sum samstarvsfelagar

 

Foreldur og avvarðandi:

Tað er av stórum týdningi, at samstarvið millum skúla og heim er gott, og at báðir partar vísa virðing mótvegis hvørjum øðrum. Foreldur eiga at fylgja við í og stuðla barninum í arbeiðinum og vera virkin í trivnaðararbeiðinum í flokkinum. Tey skulu fylgja við, at barnið trívist og beinanvegin boða flokslæraranum frá, um illgruni er um mistrivna.

 

Foreldur/avvarðandi skulu:

• vísa barninum og skúlanum virðing

• virkin samstarva við skúlan

• síggja til, at barnið møtir rættstundis, er væl hvílt, mett og hevur matpakka og øll skúlaamboðini við og er væl fyrireikað.

 

Næmingurin skal:

• vísa næmingum, starvsfólkum og skúlanum virðing

• møta væl og vera væl fyrireikaður

• siga flokslæraranum ella øðrum vaksnum frá, um hann ikki trívist ella er varugur við mistrivna hjá øðrum næmingum

 

Aðrir týðandi "aktørar":

AKT-lærarin er ein virkin partur innan trivnaðarøkið í skúlanum. AKT-lærarin virkar sum ráðgevi hjá starvsfeløgunum og leiðsluni, eisini hjá heimunum, um tørvur er á tí. AKT-lærarin luttekur eisini í trivnaðarátøkum fyri einstakar næmingar, bólkar og flokkar.

SSP-lærarin er ein virkin partur í trivnaðararbeiðinum á skúlanum. M.a. hevur SSP-lærarin ábyrgdina av spæliliðnum á skúlanum, ráðgevur starvsfeløgum og luttekur á felags foreldrafundum.

Eisini heilsurøktarfrøðingurin er ein virkin partur í trivnaðararbeiðinum á skúlanum. M.a. hevur hon einstaklinga- og bólkasamrøður, ráðgevur starvsfólkum skúlans og luttekur á felags foreldrafundum.

Umvegis Førleikastovuna kann skúlin eisini samstarva við sálarfrøðingin og námsfrøðiliga ráðgevan hjá Sernámi í trivnaðararbeiðinum.

 

Afturvendandi tiltøk:

· floksfundir

· næmingasamrøður

· foreldrafundir

· hugnakvøld

· ymsar framførslur

· felags løtur m.a. í smb. við morgunsangin

· jólahugni

· jólapynting

· spæliliðið

· ymisk SSP-átøk

· ymisk AKT-átøk

· vitjan av Listaleypinum

· sangløtur

· garðdagur

· rennidagur

· seinasta vikan fyri jólaferiuna og summarferiuna

· føstulávintshald

· grækarismessuhald

· flaggdagshald

· várveitsla

· sjónleikir

· evnisvikur

· útferðir

· seturskúlar

· lesi- og roknivikur

· við meira

 

Happing:

Happing er, um ein, ímóti sínum vilja, regluliga í eitt longri tíðarskeið er fyri ágangi frá einum ella fleiri persónum og/ella verður hildin uttan fyri ein felagsskap.

Bæði næmingar, lærarar og foreldur/avvarðandi eiga at vera tilvitað um, hvat happing er og vera samd um, at happing ikki verður told. Ein sannroynd er kortini, at líkindi eru fyri, at happing kann fara fram, har menniskju eru savnað í felagsskapi. Tí skulu vit í felag taka ábyrgd og arbeiða fyribyrgjandi ímóti happing bæði í einstøku flokkunum og í skúlanum sum heild.

Verður happing kortini staðfest í skúlanum, skulu stig beinanvegin takast til at steðga hesum. Flokslærarin hevur ábyrgd av at taka stig til arbeiðið, men umráðandi er, at allir lærarar, ið hava viðkomandi flokk/flokkar eru partar av arbeiðinum og vita, hvat avtalað verður og fylgja hesum. Skúlans leiðsla eigur altíð at verða kunnað um støðuna. Í einstøkum førum kann leiðslan eisini gerast beinleiðis partur av arbeiðinum at loysa málið.

Tað eru nógv ymisk viðurskifti, ið skulu vera í lagi, um næmingar skulu trívast, mennast og læra. Ein av hesum er eitt gott, ja-ligt og regluligt skúla-heim samstarv. Hetta samstarvið skulu vit eisini brúka í arbeiðinum at basa happing.

 

Viðkomandi tilfar:

Ymist, ið verður brúkt í samband við trivnaðararbeiðið:

· Løgtingslóg um fólkaskúlan

· Kunngerð um skipan og læring í forskúla

· Kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini

· Kunngerð um flokslæraran

· Virðisgrundarlag skúlans

· Trivnaðarreglur skúlans

· ”Ikke mere mobning”, Helle Højby

· ”Klassemødet”, Helle Højby

· ”Trin for trin”

· ”Lions Quest”

· ”Kat-kassen”

· ”Til ber at trívast” við heilsurøktarfrøðinginum (Gigni)

· ”Eg vil eisini hoyra til” – um happing, faldari frá MMR (finst á snar.fo/happing)

 

Til at arbeiða við evninum trivnaður finst ymist viðkomandi tilfar bæði á skúlanum, á bókasavninum, hjá NÁMI og á snar.fo.

Trivnaðarætlan

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur