Bókasavnið

Bókasavnið við Løkin

Bókasavnið við Løkin er alment opið mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 til 18.00.

Telefon: 237088
Fartelefon: 590779
www.lokin.fo 

Um bókasavnið

Bókasavnið við Løkin er eitt samansett skúla- og fólkabókasavn, sum liggur í sama bygningi sum Runavíkar kommunuskúli og Løkshøll. Eftir flytingina frá Glyvra skúla lat Bókasavnið við Løkin alment upp tann 22. august 2012. Fyrrapartar virkar bókasavnið sum skúlabókasavn og verður brúkt av næmingum, lærarum og starvsfólki skúlans annars. Seinnapartar er fólkabókasavnið alment opið.

Øll kunnu brúka og læna á Bókasavninum við Løkin, og tað er ókeypis.

Skúlabókasavnið á Glyvrum er bert opið tá skúlabókavørðurin er tøkur.

Lánarakort og lánivegleiðing

Allir næmingar eru skrásettir í bókasavnsskipanini. Næmingar fáa ikki lánarakort við heim, men hava ein persónligan grindil (striku-kotu) í ringbindinum á diskinum. Næmingar eru vælkomnir at læna tilfar og annars brúka bókasavnið. Næmingar kunnu sjálvir avgreiða síni lán og afturberingar við sjálvláns-skipanini.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur