Heimasetningur
Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi
Samrøðubólkur
Góðu foreldur.
Eftir jól er ætlanin at byrja ein samrøðubólk fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt. Tilboðið hesuferð er til børn í 4.-6.flokki. Byrjað verður eftir ætlan mánadagin 18.januar 2027.
Hjúnaskilnaður, ella at foreldur fara hvør til sítt, er ein av teimum avbjóðingunum, ið fleiri familjur møta í dag. Familjubrotið førir fyri tey flestu eina sorg við sær og nógvar tankar. Óansæð um hjúnaskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini ganga runt við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey høvdu havt gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.
Í samrøðubólki fáa børn møguleika at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum við javngomul, ið eru í somu støðu.
Tað er tagnarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðararnir ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki skúlaleiðslu ella foreldur.
Samrøðubólkurin er ætlaður at vera eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleikan at seta lívsumstøður teirra í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Royndir vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum. Samrøðubólkurin er eitt stað, har tey fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi, og kann hetta geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru ‘einsamøll’, ‘skeiv’ ella ‘løgin’.
Samrøðubólkurin hittist eina ferð um vikuna í 8 vikur, 1½ tíma hvørja ferð. Nærri kunning um tíðspunkt á degnum kemur. Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, tó skal í minsta lagið ½ ár vera frágingið síðan skilnaðin.
Vit, ið hava bólkin, eru Lív Joensen, lærari og Morid Meitilberg, heilsufrøðingur. Vit hava báðar bólkaútbúgving frá Center for familieudvikling. Tey, ið vilja vera við, kunnu senda teldupost til moridm@gigni.fo ella ringja á tlf. 562339 (Morid) ella 255048 (Lív). Og um tit ivast, ella hava spurningar, eru tit eisini vælkomin at venda tykkum til okkara.
Kunnandi foreldrafundur verður ca. 1 viku áðrenn bólkurin byrjar.
Vinaliga
Lív og Morid
Vika 46
5.nov høvdu 21 flutt.
Deiligt um øll høvdu flutt skjótast gjørligt.
Vit flyta 300 kr skjótast gjørligt á kontu 9181 5589101.
NSÍ-dagur og FM alla vikuna
Vit feira NSÍ alla hesa vikuna - tað gera vit við at vit hugna okkum eina løtu við kaku og saft, hvønn dag, restina av vikuni.
Mynd at umseta í enskum
Primtal og faktorisering 1
- Primtal og faktorisering 1.pdf (501 KB)
Gulir dagar við Løkin
Mær er álagt at eggja næmingunum til, at vera so nógv sum gjørligt í gulum ta komandi tíðina. Besta liðið hjá monnum kemur á vitjan hósdagin, so stuttligt um teir síggja so nógvar fjepparar sum gjørligt.
vh. Sólva :)
Takk fyri ein góðan foreldrafund.
Avtalur í 6.b:
Føðingardagar - 20 kr.
Flokskonta: Vit flyta 300 kr skjótast gjørligt á kontu 9181 5589101.
Floksinstími: Einki ávíst. Men okkurt eina ferð um mánaðin.
Telefon: Ikki lov.
Foreldraumboð: Heidi, Ann og Petur.
First Lego leauge: Evnið í ár er BIOGLOW.
Ein filmur liggur inni á Youtube, ið greiðir væl frá evninum. https://www.youtube.com/watch?v=maRhIvfrQ08&t=383s
Vit fara at hyggja at filminum mánadagin, so kunnu næmingarnir byrja at hugsa um, hvat tey vilja arbeiða við.
Finaludagurin er 7.nov.
Frídagar skúlaárið 2026/27
04.06.26
Okkurt-uppi-á-høvdinum-dagur-tó-ikki-húgva :)
7.mai 2026
Alt-annað-enn-ein-skúlatasku-dagur :)
Felagsmynd 5.a og 5.b
14.04.26