2. a
Foreldrafundur fyri Glyvra skúla og Runavíkar skúla
23. oktobur kl. 19-20 eru tit boðin til árliga felagsforeldrafundin, har varpað verður ljós á, hvussu vit sum foreldur kunnu gera mun fyri skúlagongdina.
Skráin:
· Ársfrágreiðing frá skúlastýrisforkvinnu
· Torfinnur Højgaard, lærari, greiður frá hvussu mentan, foreldur og næmingar eru broytt gjøgnum tey 40 árini
· AKT lærari í Runavíkar kommunuskúla greiður frá hvussu gongdin hevur verið í Runavíkar Kommunuskúla, og hvussu mentannin er nú.
Skúlablaðið skrivaði tvær greinar við Torfinni Højgaard fyrr í ár og var hetta eftirfylgjandi varpað í fleiri miðlum. Vit foreldur vita sjálvi, at skúlin er nógv mentur og virði fyri einstaka er sett nógv hægri, enn fyri 20-40 árum síðani. Hetta kvøldið hava vit møguleika at hoyra hugleiðing og eftirfylgjandi umrøða hetta, tá tað verður drekkamunnur í kantinuni aftaná fundin.
Greinar í Skúlablaðnum:
Lættari fyrr at fáa næmingar at hugsavna seg
Foreldur blanda seg
Uppstillingarfundur til skúlastýrið fyri Glyvra skúla og Runavíkar skúla
23. oktobur kl. 20:30 verður uppstillingarfundur til skúlastýrið. Undirtøkan var góð í 2020 og fleiri foreldur vóru á listanum.
Skúlastýrið er mannað av 3 foreldraumboðum, 2 býráðspolitikarum, 1 læraraumboð og skúlastjórin er skrivari. Skúlastýrið hevur íalt 5 árligar fundir og skipar fyri felagsforeldrafundinum.
Leinkja til lýsing av Skúlastýrinum