1. a

Í samband við stóru innsavningina hjá Krabbameinsfelagnum, fer Portrið (serflokkurin) at selja oyralokkar & lyklaringar, sum tey hava perla og gjørt sjálvi. Sølan verður fyri næmingum í Glyvra skúla fríggjadagin 10.oktober. Oyralokkarnir kosta 30kr. & lyklaringarnir 20kr. Havið reiðan pening við, um tit ynskja at stuðla. Allur peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.